Hóast tað er alt meira vanligt at gera sera nógv burturúr at prýða til jóla heima við hús, so eru tað eisini tey, ið ikki gloyma bilin í hesum sambandi.
Bilurin á myndini er prýddur til jóla, og kanska so mikið skemtiliga, at tey flestu hyggja einaferð eyka. Fannhvíti bilurin minnir nevniliga um Rudolf.
Bilurin er ikki bara jólaligur á liti. Nú jólini nærkast, hevur hann fingið reyða nøs og eisini oyru, eins og kenda jólareinsdjórið Rudolf.
Myndamaður tók myndina vesturi á Eiðinum í Vági í góðveðrinum í dag, tá sól júst fór í kav.










