Christina Buus frá Skåde keypti í farnu viku nakrar bananir við heim, tá ið hon var til handils. Bananirnar vóru í fyrstu atløgu koyrdar í kuldaskápið, men tá ið Christina Buus nakað seinni skuldi fáa sær eina banan, sat ein risa eiturkoppur ovast í grønmetis- og fruktkassanum.
Hon sendi boð eftir serfrøðingi, sum kundi staðfesta, at talan var um eina risa krabbaeiturkopp, sum ivaleyst er komin við bananunum úr Dominikanska Lýðveldinum. Eiturkoppurin hevur eitt beinspenni á umleið 10 sentimetrar, men hann er ikki vandamikil.
Serfrøðingurin, Lars Brøndum, kundi staðfesta, at talan var um eina hon, og at eiturkoppurin enntá hevði ein fullan eggjaposa, sum bleiv funnin í kassanum við bananunum, og tann posin bleiv beinanvegin frystur, so at man ikki brádliga hevði eina ørgrynnu av lítlum eiturkoppum malandi, skrivar danska Lokalavisen.