Grønland
Árni Joensen
Tað var Johan Mohr, lektari á Tekniska Universitetinum í Danmark, sum fann tær fýra oyggjarnar á fylgisveinamyndum einar 40 fjórðingar úr Níggjuhálvfemsfjørðinum í landnyrðingspartinum av Grønlandi.
Hóast oyggjarnar eru smáar og partvíst liggja undir í sjógvi, kunnu tær uttan iva fáa stóran týdning. Danska blaðið Jyllandsposten heldur, at oyggjarnar kunnu fáa týdning fyri rættindini til møguligt olju- og gassríkidømi undir havbotninum millum Grønland og Svalbard.
Tær fýra oyggjarnar eru í einum øki, har fólk sjáldan eru, og tað er eisini sjáldan, at flogfør flúgva har. Tað vóru nútímans radarmyndir hjá fylgisveinum, sum funnu oyggjarnar.










