Seinnapartin í gjár ringdi ein maður til løgregluna at boða frá, at hann hevði funnið nakað, ið líktist einum óbrostnum spreingiknøtti, eina granat, í haganum í Vágum.
Síðani er staðfest, at talan er um eina óbrostna granat frá seinna heimsbardaga.
Løgreglan sigur, at tey hava boðað serfrøðingum frá danska hervaldinum frá og tey fara nú at kanna granatina, og so er spurningurin, um hon verður tikin sundur, ella sprongd á staðnum, ella um hon verður flutt burtur at verða tikin sundur, ella sprongt.
Løgreglan vil ikki siga, hvar í haganum, granatin er funnin fyri at forða fyri at fólk fara at fregnast.
Men tey siga, at granatin liggur so óhøgliga fyri, at tey vænta avgjørt ikki, at tað er eitt stað, har vandi er fyri at fólk fara, uttan at hava beinleiðis ørindi har.