Fann alt fyri eitt á slóðina

Seinastu trý árini hevur tað fyri tað mesta verið í verjupartinum, at Óli Hansen hevur gjørt um seg. Eftir leikbann seinasta dystin hjá NSÍ var tað tó ikki á hetta plássið, at hann kom aftur á liðið. Ístaðin hevði Trygvi Mortensen valt at senda Óla í front hjá NSÍ, og illa ber til at siga annað, enn at hetta spældi væl av.
    Við trimum málum á rað var Óli í øllum førum maðurin, sum var í fokus eftir trygga sigurin, og sjálvur tóktist spælarin eisini nøgdur um avrikið.    
     Tað ber jú illa til at siga annað. Nú minnist eg ikki, nær eg havi skotið hat-trick seinast, men tað hevur so helst verið onkra tíð í yngru deildunum, haldi eg.
    Nú er nakað síðani, at tú spældi í álopinum seinast. Var tað lætt at umstilla seg til hendan partin aftur.
     Eg helt sjálvur, at eg hevði onkrar trupulleikar í so máta. Men har má so vera okkurt, sum eg ikki havi gloymt, helt Óli skemtandi.
    Spurdur, hvørt hetta er ein sessur, sum honum dámar betri, enn í verjuni, hevur Óli hug at draga slitnu klichéina fram, um at hann spælir har, sum venjarin setir seg. Men hann leggur tó afturat, verður úrtøkan hvørja ferð av hesum slag, so hevur hann avgjørt einki ímóti at halda fast um plássið í nakrar dystir afturat.
     Hinvegin, so síggi eg kanska meg sjálvan meira sum verjuspælara enn sum áleypara. Onkursvegna, so fellur hetta mær nakað lættari. Men sum sagt, so verður tað nakað, sum venjarin eisini í framtíðini fer at gera av, staðfesti Óli.
    Um málini hesaferð, er annars at siga, at talan var um eitt sindur av hvørjum. Tey bæði fyrstu vóru kanska meira typisk centerforward-mál, sum komu eftir uppspæl niðan eftir vøllinum. Tað seinasta var eftir deyðbóltsstøðu, har Óli eisini hevur gjørt um seg tey árini, sum hann hevur verið verjuspælari.