Heppin føroyingur
Jan Berg, sum býr á Frederiksberg í Keypmannahavn, hevur nú ráð at fara suðureftir, um honum lystir. Hann er júst vorðin 7.000 krónur ríkari, tí hann stutt undan jólum fór inn í eina sólmiðstøð í grannalagnum. Inni í sólmiðstøðini hekk ein taska við næstan 100.000 krónum, og burturav mongu pengunum fekk Jan Berg týsdagin 7.000 krónur í finningarløn.
- Eg trúði ikki mínum egnu eygum, tá eg kom heim og sá, at taskan var kjokkfull við pengum. Allur kroppurin skalv, so kløkkur og bilsin var eg, greiðir Jan Berg frá.
- Fyrst helt eg, at tað lógu umleið 20.000 krónur í taskuni ? ein rúgva av størri og smærri seðlum. Tá eg seinni fór at telja nærri eftir, gekk tað upp fyri mær, at tað lógu 93.000 krónur í taskuni. Tá gjørdist eg upp aftur kløkkari og hugsaði, hvussu í allari víðu verð nakar kundi gloyma so nógvan pening eftir inni í einari sólmiðstøð.
Royndi at finna eigaran
Eingin annar var staddur í sólmiðstøðini, og tí gjørdi Jan Berg av at taka taskuna heim við. Í taskuni fann hann, umframt nógva peningin, ymisk pappír hjá einum manni úr Teilandi, sum eftir pappírunum at døma búði í Danmark.
Eitt telefonnummar var eisini í taskuni, og Jan Berg umhugsaði tí at ringja til mannin. Hinvegin hugsaði hann eisini um, hvaðani pengarnir stavaðu. Um talan var um pengar frá einum brotsverki, og um hann tí fór at koma sær sjálvum út í óføri við at seta seg í samband við mannin.
Eftir nakað av umhugsunartíð ringdi hann til mannin, men eingin tók telefonina í hinum endanum. Dagin eftir fór hann tí á politistøðina við taskuni og greiddi frá, hvar og hvussu hann hevði funnið peningin. Á politistøðini vóru tey eins kløkk og Jan sjálvur, tí tað er ikki á hvørjum degi, at fólk finna 100.000 krónur.
Jan fekk í fyrsta umfari 2.000 krónur í finningarløn, og politiið lovaði at ringja til hann, tá tey høvdu funnið fram til eigaran. Kanska hevði eigarin hug at geva honum eina hægri finningarløn.
Hevði mist vónina
Politiið fór nú undir at leita eftir eigaramanninum, men ikki fyrrenn mánadagin ? tríggjar vikur seinni ? ringdi politiið aftur til Jan. Tá hevði løgreglan tikið teilendska mannin við á støðina til avhoyringar at vita, hvaðani pengarnir stavaðu.
Tá greiddi maðurin politiðnum frá, at hann arbeiddi á einari matstovu hjá fosturpápanum í Keypmannahavn, og at peningurin var umsetningur frá matstovuni. Hann varnaðist ikki, at hann hevði gloymt taskuna fyrrenn 20 minuttir eftir, at hann var farin av sólmiðstøðini. Tá hann kom aftur, hekk taskan ikki longur á vegginum.
Sjálvur segði hann, at hann ikki vildi melda tilburðin, tí hann væntaði ikki, at nakar fór at trúgva honum. Hóast sjónbandatól eru á sólmiðstøðini, so var bara ?kavi? at síggja frá hesum kvøldinum, hann misti peningin. Hann hevði tí mist alla vón um, at pengarnir skuldu koma afturíaftur.
Vánaligastu
jólini í lívinum
Men so var ikki, og hesum kundi hann takka Jan fyri. Teir báðir hittust á politistøðini týsdagin, og Jan fekk 5.000 krónur afturat frá honum. Eigarin hevði tá gingið øll jólini og nýggjárið við og hugsað um mistu pengarnar. Fyri Jan segði hann, at hetta vóru tey vánaligastu jólini í lívinum.
Onkur annar var kanska ikki farin á politistøðina við pengunum, men hendan tankan hevði Jan ongantíð. Hann hugsaði, at onkur saknaði peningin og helst var í einari ólukkuligari støðu. Og ringu samvitskuna, sum hann fyri vist hevði fingið, um hann ikki var farin við pengunum, vildi hann einki hava við at gera.
Í dag er Jan Berg vælnøgdur, og fyri tær 7.000 krónurnar kundi hann keypt sær ein ferðaseðil suðureftir í fjálgu sólina. Men tað ger hann kortini ikki. Fyribils heldur hann seg til handilssólina á Frederiksberg.
-Tað lønar seg betur, sigur hann.