Fangi doyði av harðskapi

Átta amerikanskir hermenn og yvirmenn eru undir illgruna fyri at hava verið einum irakskum krígsfanga at bana, skrivar franska tíðindastovan AFP.

Herfyri frættist, at ein 52 ára gamal irakskur maður varð funnin deyður á amerikonsku herstøðini uttan fyri býin Nasirya í Irak í summar, men amerikanska herleiðslan vil ikki siga, hvørt illgrunin hevur samband við hendan mannin, ella um talan er um ein annan krígsfanga. Í hvussu er veit AFP at siga, at ein serlig kanningarnevnd hevur kannað málið síðani einaferð í summar.

Keldur í amerikanska herinum siga, at teir átta hermenninir eru ikki í Irak longur, men á einari herstøð í Kalifornia. Tríggir av teimum átta eru yvirmenn í herinum, og teir kunnu vænta at koma fyri ein hernaðardómstól. Verða teir funnir sekir, kunnu teir fáa harða revsing.