BBC: Stórt fangaumbýti millum USA, Russland og onnur lond á gáttini

Wall Street Journal-journalisturin Evan Gershkovich er millum tey, sum verða leyslatin

Tríggir amerikanskir ríkisborgarar, sum í løtuni sita fongslaðir í Russlandi, verða væntandi leyslatnir í dag í einum stórum fangaumbýti millum USA og Russland. Millum hesar tríggjar er Wall Street Journal-journalisturin, Evan Gershkovich. Evan Gershkovich varð herfyri dømdur at sita 16 ár í fongsli í Russlandi fyri njósning.

 

LES EISINI: Amerikanskur journalistur skal sita 16 ár í russiskum fongsli

 

Samanlagt verða 24 fangar umbýttir, sum í løtuni sita í Russlandi, USA, Týsklandi og trimum øðrum vesturlendskum londum. Átta russiskir ríkisborgarar verða væntandi latnir Russlandi í fangaumbýtinum, herundir ein røð av fangum sum hava samband við russisku trygdartænasturnar.

 

Sambært BBC News, so verða Gershkovich, US Marines-hermaðurin Paul Whelan og russiskt-amerikanski útvarpsjournalisturin Alsu Kurmasheva, leyslatin sambært avtalu, sum stjórnin hjá Joe Biden hevur gjørt við russiskar myndugleikar. Tað vita tey frá keldum í amerikanska uttanríkisráðnum.

 

Seinastu dagarnar hava nógvar spekulatsjónir verið um, at eitt fangaumbýti millum USA og Russland var í umbúna, og tá nógvir fangar í Russlandi brádliga blivu fluttir, mettu fleiri, at hetta kundi hava samband við eitt møguligt komandi fangaumbýti. 

 

Verða 24 fangar umbýttir, so er talan um eitt av størstu fangabýtunum av hesum slag.

 

Vladimir Kara-Murza, ein Kremlin-andstøðingur við russiskum og bretskum ríkisborgararrætti, er ein av fleiri fangum, sum seinastu dagarnar brádliga er fluttur úr fongslinum, hann higartil hevur sitið, og sum ongin í løtuni veit, hvar er. Hetta hevur fingið nógv at spekulera um, at hann kanska er partur av umbýtinum. Tað er ikki óvanligt, at fangar í Russlandi verða fluttir í loyndum, men tað er óvanligt, at so nógvir kendir fangar brádliga "hvørva". 

 

Aðrir fangar, sum kunnu verða partur av umbýtinum, eru Ilja Jasjin – ein annar russiskur andstøðupolitikari – og russiski mannarættindastríðsmaðurin Oleg Orlov.

 

Fyrr í vikuni varð týski ríkisborgarin Rico Krieger leystlatin, eftir at belarusiski leiðarin Aleksandr Lukasjenka hevði givið honum grið. Hann varð annars dømdur til deyðis fyri yvirgang og onnur brotsverk. Hann kundi møguliga verið partur av umbýtinum.

 

Í Týsklandi situr Vadim Krasikov í fongslið. Hann hevur fingið lívstíð í fongsli fyri at drepa ein tjetjenskan Kreml-andstøðing, Zelimkhan Khangoshvili, í 2019. Hann er eitt boð uppá ein fanga, ið verður latin Russlandi í fangaumbýtinum.

 

##med2##

 

Týskir myndugleikar hava eyðmerkt Vadim Krasikov sum oberst í russisku fregnartænastuni FSB. Hann myrdi ein andstøðin í Tiergarten í Berlin í 2019.