Í Miðeystri eru Ísrael og Hamas farin undir tað avtalaða fangabýtið. Reuters skrivar frá eygnavitnum, at fleiri bussar eru farnir úr ísraelskum fongslum við palestinskum fangum. Sum skilst verða fangarnir fluttir til markið millum Gaza og Egyptaland.
Ísrael er gingið við til at lata meiri enn 1.000 palestinskar fangar leysar í býti við ísraelska hermannin Gilad Shalit, sum hevur verið fangi hjá Hamas í fimm ár, og sum sambært Reuters er latin egyptisku myndugleikunum í morgun. Teir skulu so lata ísraelsmonnum hann.
Teir fyrstu 477 palestinskir fangar verða latnir leysir nú og 550 afturat um nakrar mánaðir.
Ein meiningakanning í Ísrael vísir, at nógv tey flestu taka undir við avtaluni við Hamas.










