Fanga eina apu í Havn

Ein gorilla er rýmd av skrivstovuni hjá G! Festivalinum í Gøtu og gongur nú og reikar runt í Havnini

Í morgun rýmdi ein gorilla av skrivstovuni hjá G! Festivalinum í Gøtu, og onkusvegna er hon sloppin sær til Havnar, har hon seinast var sædd í miðbýnum í Havn, eisini saman við borgarstjóranum og øðrum býráðslimum.

 

Tey, sum skipa fyri G! Festivalinum, siga, at tann, sum fangar gorilla, fær atgongumerki til Festivalin afturfyri.

 

Gorillan er støðuføst, so hon fer helst at halda seg til Havnina, so tað er bara at fara at leita nú seinnapartin.