Leygardagin fara pedagog-lesandi at skipa fyri stórum familjudegi á Læraraskúlanum.
Frá fyrireikarunum verður sagt, at undirhald av ymsum slag verður á skránni. Eitt kunnu børnini - og eisini tey vaksnu - royna fiskibrunnar, loppumarknað, karaokee og køkutombola, og hartil koma klovnar á vitjan. Undirhaldinum annars fer Johan í Kollafirði at standa fyri.