Familjur vilja búgva við Streymin

Fólkatalið í Sunda kommunu er vaksið við umleið 260 fólkum síðan hin 1. januar í 2005.

Sunda kommuna stendur í vøkstri og tað, sum ikki minst gleðir borgarstjóran, Heðin Zachariasen, er, at tað eru fleiri ungar og virknar familjur, sum hava valt at seta búgv í kommununi. Hetta eru bæði fólk við ættarbondum í ymiskum bygdum kring um í kommununi, men eisini onnur, sum eru beinleiðis tilflytarar.

 

Kommunan hevur ongantíð verið so fólkarík, sum hon er í dag. Tað er stutt síðan, at tey kundu heiðra borgara nummar 1800, og beint nú er fólkatalið 1810. Tá Sunda kommuna gjørdist veruleiki hin 1. januar í 2005, vóru vit 1550 fólk í samanløgdu kommununi, og í dag eru tey umleið 260 fleiri.

 

- So, vit kunnu ikki siga annað enn, at gongdin hesi árini hevur verið sera positiv, sigur Heðin Zachariasen. 

 

Men, hvør er so orsøkin til henda fólkavøkstur? Her heldur borgarstjórin, at orsøkin eitt nú er at finna í, at kommunan hevur lagt dent á at hava grundstykki tøk í øllum bygdum, og hetta hevur Sunda kommuna stórt sæð megnað fram til dagin í dag.

 

- Dentur hevur eisini verið lagdur á at skapa trivnað, arbeiðslív og frítíðarlív, soleiðis at borgararnir hava nakað at brúka sína frítíð til. Í kommununi eru eisini tríggir lutfalsliga nýggir dagstovnar í ávikavist Hósvík, Hvalvík og á Oyrarbakka. Haraftrat eru Margáir eisini partur av dagstovninum við Kráir í Hvalvík.

 

Heðin Zachariasen vísir á, at í kommununi er barnaansing og frítíðarskúli heilt frá teimum smæstu og upp til og við 3. flokk. Ein liður í hesum, sigur borgarstjórin, er eisini at gera tað møguligt hjá tilflytarum, sum kanska ikki hava abbar og ommur í økinum, at virka og liva sum øll hini í kommununi.

 

- Samstundis kemur henda tænasta eisini øllum øðrum foreldrum, sum hava børn í barnagarði og frítíðarskúla, til góðar, sigur borgarstjórin, sum eisini fegnast um, at kommunan hevur eitt lutfalsliga lágt dagstovnagjald, har foreldur ongantíð koma at gjalda meira enn góðar 3000 krónur fyri børnini á stovni – líka mikið, um børnini eru trý, fýra ella fimm í tali.

 

Í Sunda kommunu er eisini ungdómshús, sum er opið tveir dagar um vikuna, og her er tilhald fyri eldri, sum eisini er opið tveir dagar um vikuna. Her eru frítíðaraktivitetir og frítíðarundirvísing sum partur av kvøldskúlanum.

 

- Vit hava fimleikarhøll, og vit hava ókeypis svimjing, bæði í skúlatíðini og alment, fyri okkara borgarar, sigur Heðin Zachariasen, sum leggur aftrat, at svimjihylurin eisini kann leigast eftir avtalu.