Familjur eru longu farnar at stúra fyri verkfalli

Fólk við serligum tørvi eru framvegis í vanda fyri at verða noydd at fara frá húsi og heimi

Verður verkfall aftur, eru fólk við serligum tørvi, og sum búgva á stovnum undir almannaverkinum, framvegis í vanda fyri at verða noydd frá húsi og heimi. Og tey eru eisini í vanda fyri at missa teir stuðlar tey fáa frá almannaverkinum.

Hetta er framvegis støðan, hóast politiski myndugleikin, fyri tveimum árum síðani, mestsum lovaði at fáa hetta í rættlag.

Men nú heitir Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, á myndugleikarnar um at fáa hetta í rættlag.

Á jóum í 2017 vóru pedagogar í verkfalli og ein avleiðing av tí var, at fólk við serligum tørvi noyddust at flyta frá húsi og heimi á teimum bústovnum, tey búðu á. Og samstundis fingu tey ikki tann stuðul, tey skuldu fáa og tað rakti summi av teimum so meint, at onkur mátti undir læknahond, varð upplýst.

Tá varð nógv tosað, at hetta mátti ikki henda aftur og politiski myndugleikin setti sær fyri at taka málið upp. Endamálið var at fáa greiðar avtalur við fakfeløg um at loyva neyðugum undantøkum, soleiðis at fólk við serligum tørvi, ikki aftur skuldi verða tikin til gísla í einum verkfalli.

Men enn er einki hent fyri at verja hendan bólkin í einum verkfalli, og Tóra við Keldu sigur í eini nýggjársheilsan frá Megd, at familjur eru longu farnar at stúra fyri, um eitt møguligt komandi verkfall, sum fer at raka fólk, ið bera brek.

Hon sigur, at slíkar avtalur eiga at verða gjørdar í friðartíð – og tað er nú, sigur hon.

Tað er í friðartíð, at avtalur eiga at verða gjørdar ímillum avvarðandi stjórnarrráð og avvarðandi yrkisfeløg um verju í sambandi við møguligt verkfall, sigur hon.

Trýst HER og les nýggjársheilsanina frá forkvinnuni í Megd.