Familjulist í Smiðjuni

Hjúnini Arngerð og Sólmundur Joensen og teirra dóttir Monika hava latið upp forvitnisliga framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Fyrst málaði konan, síðan fór maðurin at mála, og so var tað dóttirin.

Og nú hava tey øll eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Talan er um hjúnini Arngerð og Sólmundur Joensen og teirra dóttur Moniku.

Arngerð byrjaði at skapa, tá hon var heilt ung. Fyrst var tað við leiri, seinni fór hon at mála. Sólmundur yrkti fyri tað mesta, áðrenn hann eisini fór í holt við at mála. Saman hava hjúnini eisini vera á skeiðum á listaháskúlum ? eitt nú í í Holbæk og Engelsholm.

Framsýningin læt upp hósdagin klokkan 16.00-20.00. Og hon verður opin til sunnudagin.