Familjulega fyri brekað

Skráin er fjøltáttað, tá ið Zarepta annað vikuskifti skipar fyri familjulegu fyri brekað Aftur í ár verður familjulega fyri brekað vesturi á Zarepta. Legan er ætlað øllum teimum, sum bera brek, og familjum teirra. Legan byrjar hóskvøldið 17. apríl og endar sunnudagin 20. apríl.

Yvirskriftin fyri leguna er: ?so ymisk og tó...?

Fyrilestrarnir, sum eru á skránni, eru hesir:

Óli Wolles:?At fáa diagnosu, og hvat so??

Jona Nielsen: ?Omma hjá brekaðum barni?

Marjun Højgaard: ?Pedagogiskir førleikar og menningartarnað?

Karl Martin Samuelsen: ?Autisma - ein dagligdagur fyrr og nú?

Heðin Thomsen: ?Hjartað og heilsa?.

Harumframt verður tónleikur, fimleikur, ríðing , svimjing, andakt, sangur, spæl og ítriv.

Seinasta freist fyri tilmelding er fríggjadagin 11. apríl.

Legan hevur verið á hvørjum ári síðan 1981 og hevur altíð verið væl vitjað, sigur Zarepta í tíðindaskrivi.