Komandi sunnudag, 23. august., verður familjugudstænasta í Vesturkirkjuni klokkan 11. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, og konfirmantarnir, sum skulu konfirmerast í heyst og í vár, møta. - Kirkjukaffi verður aftaná í kjallaranum, har okkurt gott er til børnini eisini. Øll eru vælkomin, sigur Bergur Debes Joensen, prestur.