Teir hava bara fingið starvið, tí teir hava lokið prógv í guðfrøði á universiteti.
Vónandi stendur ikki so illa til við føroysku prestastættini. Men tú undrast, hví nakrir prestar í Føroyum kunnu finna uppá at lýsa við familjuguðstænastu á miðdegi sunnudag. Og tú spyr teg sjálvan: Hvørjum málbólki er tá guðstænastan næsta sunnudagin ætlað, tá ið hon ikki er ætlað familjuni? Er guðstænastan á miðdegi sunnudag, ikki tann stóra familjuguðstænastan, har ommur og abbar, mammur og pápar við børnunum fara í kirkju? At lýsa við familjuguðstænastu á miðdegi sunnudag, kann ikki hava aðrar fylgjur, enn at hámessan verður undirgravað, at fólk sita eftir við tí holdningi: ”Vit fara ikki aftur í kirkju fyrr enn tað verður guðstænasta fyri alt húsfólkið”. Hetta kann so bara hava við sær, at hámessan gerst meira og meira fremmand fyri fólki.
Prestar áttu heldur at lagt seg eftir, at ført inn aftur hámessuna við øllum teimum liðum, ið veruliga hoyra guðstænastuni til – ikki minst við altargangi, og aftur at skapt hátíð og halgifrið ta løtuna, vit savnast í Guðs húsi ein sunnumorgun. Og tað skuldi avgjørt verið krav, at ein, sum gerst prestur og hirði, fyrst hevði lært, hvar ein hámessa er og hvat hon inniber, og at guðstænastan á miðdegi sunnudag, kann ikki vera avloyst av alternativum guðstænastum.
Nógvar av teimum alternativu guðstænastunum eru ikki mennandi fyri hámessuna, fyri høvuðsguðstænstuna - ta stóru familjuguðstænastuna.