Familjudagur á Toftum

Ættleiðingarfelagið skipar fyri familjudegi leygardagin. Dagurin verður hildin í nýggja skúlanum á Toftum Familjudagurin hjá Ættleiðingarfelagnum, verður hildin nú leygardagin - flaggdagin - 25 apríl. Familjudagurin verður hildin í nýggja Tofta skúla.

Endamálið við familjudegnum er, at ættleiðingarfamiljur kunnu møtast til gaman og álvara. Umboð fyri danska ættleiðingarfelagsskapin ?Danadopt? taka lut á familjudegnum, og koma tey at hava eitt upplegg á aðalfundinum.

Undirhald verður við millum øðrum einum gandakalli. Til ber at svimja, og ymisk spøl vera eisini. Tilmeldingarfreistin er farin, men um ein skundar sær, so er møguligt at tekna seg á www.aettleiding.fo.