Leygardagin fara fólk í Vágum at skipa fyri tiltøkum til frama fyri átakið ?í menniskjum góður tokki?. Byrjað verður kl 15.00 í Bygdaskúlanum í Miðvági, har skipað verður fyri familjudegi við smákakutombola og loppumarknaði við leikum.
Tá fer stigtakarin, Annlis Bjarkamar, eisini at greiða frá tiltakinum.
Sunnudagsskúlabørn fara at syngja og tvær kvinnur, Nomi og Bjarta, fara eisini at syngja fyri gestunum.
Jólamaðurin og ein enntá ein jólakona koma á gátt at hoyra, hvat børnini ynskja sær í ár og kanska siga onkra søgu.
Drekkamunnur og saft við heitum vaflum og øllum, sum hartil hoyrir verða at fáa.
Tað kostar 20 krónur at koma inn, men børn undir slepa inn ókeypis.
Atgongumerkini eru samstundis lutaseðil, har ein kann vinna gávur ella gávukort, sum handlar í oynni hava latið.
Klokkan 19 leygarkvøldið verður so kafékvøld í Bygdarhúsinum í Miðvági við fyrilestri, tónleiki, skemti, felagssangi og høvi verður at keypa mat og drekka
Atgongumerkini kosta 150 krónur.
Peningurin, sum kemur inn á báðum tiltøkunum, fer óskerdur til tiltakið ? í menniskjum góður tokki ?.










