Leygardagin 27. november fara fólk í Vágum at skipa fyri tiltøkum til frama fyri »í menniskjum góður tokki«.
Byrjað verður kl 15.00 í Bygdaskúlanum í Miðvági, har skipað verður fyri familjudegi við smákøkutombola og loppumarknaði við leikum. Smákøkurnar hava kvinnur í allari oynni bakað og leikurnar eru frá børnum í oynni.
Annlis Bjarkamar kemur at greiða frá tiltakinum.
Sunnudagsskúlabørn fara at syngja og Nomi og Bjarta fara eisini at syngja fyri gestunum. Jólamaðurin og jólakonan koma á gátt at hoyra, hvat børnini ynskja sær í ár og kanska siga onkra søgu.
Drekkamunnur og saft við heitum vaflum og øllum tilhoyri verða at fáa.
Tað kemur at kosta kr. 20,00 at koma inn, børn undir 7 ár ókeypis. Atgongumerkini eru samstundis lutaseðil, har ein kann vinna gávur ella gávukort, sum handlar í oynni hava latið.
Peningurin sum inn kemur, verður latin óskerdur til “í menniskjum góður tokki”.
Sama kvøld kl 19.00 verður Cafékvøld í Bygdarhúsinum í Miðvági við fyrilestri, tónleikaframførðslum, skemti, felagssangi og onkrum góðum undir tonnina.
Tey sum koma at luttaka eru:
Hugleiðingar við Jens Eli Ellefsen um Gudmund Bruun, Rasmus Rasmussen, Olivar á Ryggi og Mikkjal á Ryggi.
Og Erhardi Jacobsen um barnadagar hansara í Sørvági í sekstiárunum.
Tónleikur við Holgar, Jóan Jakku, Sámal & Elin, Kristian & Hans, Áki & Jógvan, aldemar, Eivind & Torgunn, Jákup & Ivan.
Tey bæði, Finnbjørn Hansen og Jónleyg á Løgmansbø fara at undirhalda við skemti av ymsum slag.
Høvi verður at keypa mat og drekka
Felagssangur verður við Húsorkestrinum og tann sum kemur at stýra øllum kvøldinum verður Herálvur Jacobsen úr Sørvági.
Við hesum góðu fólkum er lagt upp til eitt sera gott og skemtiligt kvøld í Bygdarhúsinum. Tað kostar 150 krónur, og atgongd er avmarkað.
Innkomin peningur fer óskerdur til »í menniskjum góður tokki«, sigur Kvinnubólkurin í Vágum og Valdemar, Jens Eli og Oddmar.