Í ár verður familjudagurin og aðalfundurin hjá Ættleiðingarfelagnum hildin í skúlanum á Eiði. - Byrjað verður klokkan 10 við morgunmati og hugna. Umframt spæliplássið í garðinum og stóru ítróttarhøllina verður hoppiborg til børnini. Harafturat fer, altíð smílandi, Jensina Olsen eisini at undirhalda og sigur hon, at allar bamsur eru vælkomnar við, sigur Heðin D. Poulsen, formaður í felagnum.
Á aðalfundinum, sum byrjar klokkan 14 aftan á døgurðan verða tvær framløgur. Yohan Borðoy, sum er ættleiddur úr Kolumbia, fer fyrst at siga frá síni ferð til Kolumbia í fjør, har hann arbeiddi og las í seks mánaðir. Kári Leivsson sálarfrøðingur fer síðani at hava eina framløgu undir heitinum »Hvør eri eg? ? samleikamenning í ungdómsárunum.«