Leygardagin skipar Pálshøll í Vági fyri familjudegi. Pálshøll lat upp 17, oktober og hevur síðani verið væl vitjað.
Skráin fyri hesum familjudegi í langhylinum er henda:
Kl.10-17: Almenn svimjing
Søla av kaffi, køkum og toast
Køkutombola
Kl. 10-17 Massaga í Vælverudeplinum
(bílegg tíð við at senda eini boð á facebook - kostnaður 200 kr.)
Kl. 12-17 Vipe-out - hoppiborg
Kl. 10-17 Royndartímar í Vælveru Fitness
Kl. 14-17 Keyp pizza frá Pizzakøkinum
Tiltakið endar kl 17. Tað vil siga, at vitjandi skulu úr hylinum kl. 16.45