Tað var lív í skúlanum í Hvalvík leygardagin, har børn og vaksin vóru komin saman til familjudag.
Á skúlaloftinum var undirhald við Absalon, Nikláa og Ásbjørn, og teir fangaðu sanniliga áhugan hjá bæði børnum og vaksnum.
Umframt fleiri spøl og kappingar var eisini køkukapping á skránni. Spenningurin var stórur um, hvør kaka nú mundi fara at fáa flestar atkvøður, og aftur hesaferð var tað Marjun Fríálvsdóttir, sum fór avstað við vinninginum.
Endamálið við familjudegnum er, at foreldur og børn skulu kunna hugna sær saman, uttan at tað skal kosta ov nógv.
Tað eru seks kvinnur, ið hava tikið seg saman, og hava í nakrar vetrar skipað fyri frítiðarítrívi fyri børnum. Av og á verður eisini skipað fyri ymiskum tiltøkum, fyri bæði børn og vaksin, eitt nú tunnusláing og jólahugna.
Eina tíð húsaðust tey í Streymahúsinum, men í vetur er ætlanin at nýta missjónshúsið til ítriv hjá børnunum.
Í løtuni samráðast tær um at sleppa at byggja eina hædd omana á bygningin, sum skal byggjast til umklæðirúm við nýggja fótbóltsvøllin í Streymnesi.
Fólk hava tikið sera væl undir við hesum tiltøkum og hava møtt fjølment upp.