Familjudagur í Hoydølum

Tíðindaskriv frá 2. a í Hoydølum

Sunnudagin 16. mars skipar 2. a í Hoydølum fyri familjudegi. Tiltakið hevur áður verið skipað av øðrum flokkum, og undirtøkan hevur verið sera góð.
Fólki dámar væl at koma ein túr oman í Hoydalar at síggja og royna tey ymsu tiltøkini, ið skipa verða fyri, og serliga um ein sjálvur hevur gingið í skúlanum í Hoydølum, sum ungur, er tað stuttligt at uppliva skúlan aftur og á ein øðrvísi hátt.
Tiltakið verður sum sagt í Hoydølum sunnudagin 16. mars klokkan 14.30-19.00, og høvi verður at: fáa bilin vaskaðan, keypa kaka og bollar, ríða á rossabaki, kasta bóltar eftir málskivu, spæla sær í vælumtóktu hoppiborgini, berjast í stórum sumo-draktum, eins og teir veruligi sumo-wrestlarirnir, ið vit síggja í sjónvarpsrásini, Euro Sport, keypa góðar og bíligar lutir á loppumarknaði, fiska í fiskibrunni, eins og á Ólavsøku og so vitjar ein sera fittur klovnur, sum ger balón-djór til øll børnini, ið eru áhugaði.
Um veðrið er til vildar, verða flestu av tiltøkunum uttandura, men um ikki, verða tey inni.
Ágóðin fer til námsferð hjá 2.A í Hoydølum, sum skal til Lissabon í apríl í ár.
Um tit hava hug at royna eitt av niðanfyri nevndu ella bert hava hug á einum góðum familjudegi, so er bara at koma oman í Hoydalar sunnudagin 16 mars millum klokkan 14.30-19.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.