Í sjálvari høllini vera fleiri tiltøk á skránni. Tað, sum helst er mest spennandi, er loppimarknaðurin. Enn hava fólk í Kollafirði ikki havt møguleika at lata lutir til tiltakið, men kollfirðingar hava møguleika at lata lutir til loppimarknaðin í kvøld millum kl. 18 og 21 í ítróttarhøllini. Her kunnu tey lata alt inn, sum tey vilja, uttan klæðir, og fyrireikararnir vænta og vóna at fáa nógvar lutir.
Felagið fer eisini at vísa fram ítróttamyndir, sum eru tiknar í høllini seinasta árið, síðani høllin bleiv bygd. Myndirnar vera ikki bert av íðkandi limum, men eisini av trúgvu áskoðarunum hjá KÍF.
Fólk fáa eisini møguleika at fáa okkurt etandi og drekkandi. Felagið selur nevniliga kaffi og køkur, umframt at fólk kunnu keypa pylsur.
Okkurt verður eisini á skránni fyri børnini, tí felagið hevur fingið hendur á eini hoppiborg og eini skreiðiborg, har børnini kunnu hugna sær undir tiltakinum.
Økið uttan fyri høllina verður eisini nýtt í samband við tiltakið. Her verður skipað fyri ponyríðing og plantusølu, og tiltakið verður á skránni leygardagin frá kl. 13.00 – 18.00.