Tað er dýrt at fara til fótbóltsdyst á Tórsvølli, um tú eigur børn og vil sita væl fyri. Kostnaðurin fyri ein sess í ávíkavist stólabólkunum 3, 4, 5, 6, 16, 17, 18 og 19, ið liggja frá miðjuni og út móti báðum sekstan metra teigunum er 120 krónur, líkamikið um tú ert 3 ára gomul/gamal ella tú ert í bestu manndómsárum. Børn fáa bert avsláttur í teimum stólarøðunum, ið liggja nærhendis málunum báðum. Í hesum stólarøðum er kostnaðurin lægri, bæði fyri børn og vaksin. Her gjalda børnini nevniliga 40 krónur, meðan tey vaksnu gjalda 100 krónur.
Vanligt aðrarstaðir
Poul Michelsen, formaður í grunninum fyri Tórsvøll, sigur, at tað er heilt vanligt aðrastaðni í heimi, at sessirnir verða deildir upp soleiðis, at nakrir eru dýrari enn aðrir. Og um fólk ynskja at sita á teimum dýraru sessunum, mugu tey gjalda fyri tað, heldur hann.
Poul Michelsen sigur, at um børnini sleppa at sita á teimum dýru sessunum fyri hálvan prís, gevur hetta ikki nóg mikið av inntøkum til vøllin. Tískil er valt, at børnini eisini skulu gjalda fullan prís fyri betru sessirnar. Hetta var nevnidin í grunninum samd um, tá málið varð viðgjørt.
- Hóast alt eru møguleikarnir fyri at keypa atgongumerki til børn til Tórsvøll rættuliga góð. Til ber at keypa barnaatgongumerki til umleið 70 prosent av øllum sessunum kring Tórsvøll, og hetta er nógv, sigur formaðurin í grunninum fyri vøllin og leggur afturat, at útsýnið yvir vøllin frá teimum bíligaru sessunum hóast alt er ógvuliga gott.
- Nú er hetta fyrstu ferð, føroyingar nýta stólasessir kring ein fótbóltsvøll. Vit hava gjørt okkara besta til at býta sessirnir upp, men sjálvt mynstrið er tikið aðrastaðni frá, so hetta er ikki nakað, vit sjálvi hava uppfunnið. Men talan er um eina roynd, og eg kann ikki siga, um broytingar verða gjørdar í framtíðini ella ikki.
Smábørnini eisini noydd at gjalda
Børn, ið eru undir 7 ár, noyðast eisini at gjalda fyri at sleppa inn á Tórsvøll, líkamikið um tey sita á bíligaru ella dýraru sessunum. Munurin er bert tann, at um tey sita á dýraru sessunum, mugu tey gjalda 120 krónur, men sita tey á bíligaru sessunum, gjalda tey vanligan barnapís, ið er 40 krónur.
Poul Michelsen ásannar, at hann heldur hetta vera óheppi. Men osøkin til hetta eru krøvini frá UEFA um, at skil skal haldast á, hvussu nógvir áskoðarar eru kring vøllin. Tískil eru allir sessirnir kringvøllin merktir, og fyri at fáa ein av hesum sessum, er neyðugt at keypa sær atgongumerki. Men Poul Michelsen heldur tó, at prísurin kundi verið settur niður til 20 krónur fyri atgongumerki til børn undir 7 ár. Tó verður hetta ikki broytt til vígsludystin millum føroyska landsliðið og Aab fríggjakvøldið. Til tess eru slett ikki stundir. Men Poul Michelsen útilokar ikki møguleikanum fyri, at hetta verður gjørt til eina aðru ferð.
- Á Svangaskarði hevur tað ikki verið vanlig mannagond, at børn undir 7 ár skulu gjalda fyri at sleppa til fótbóltsdyst. Hetta hevur heldur ikki verið vanligt til vanligar landskappingardystir aðrastaðni í landinum. Men á Svangaskarði er tað nú einaferð soleiðis, at har er sæð burtur frá reglunum, og so mikið av fólki, sum fyrireikararnir halda vera ráðiligt, eru sloppin inn. Men á Tórsvølli skulu allir sessirnir talraðfestast, og tí mugu vit selja atgongumerki til hvønn einstakan sess, fyri at halda stýr á tí heila. Men um eg skal siga sum er, so haldi eg sjálvur, at tað er óheppi, at smábørnini eisini noyðast at gjalda.
Poul Michelsen sigur, at tá tað varð avgjørt, at smábørnini skulu gjalda fyri at sleppa inn á Tórsvøll var talan um ein fund, har lítil tíð var til ovurs. Tískil varð málið avgreitt í skuldi fyri at koma víðari. Tí heldur hann møguleika vera fyri, at hetta seinni verður broytt. Men hann minnir á, at tað Tórsvøllur er ein kostnaðarmikil verkætlan, og tí má inntøkugrundarlag eisin finnast fyri vøllinum.
- Samanumtikið er tað bíligari hjá einari familju at fara til landsdyst á Tórsvølli enn tað er á Svangaskarði. Tí har er prísurin fyri vaksin 150 krónur, meðan prísurin á teimum bíligaru sessunum á Tórsvølli fyri vaksin er 100 krónur og 40 krónur fyri børn.
Strævið arbeiðið
Tá Sosialurin prátaði við Poul Michelsen var hann stæddur á Tórsvølli. Nógv arbeiði er nevniliga erftir at gera, áðrenn vøllurin er klárur til dystin fríggjakvøldið. Væntandi verður arbeitt út í eitt, heilt til dystin. Poul Michelsen sigur, at arbeiðið er ógvuliga strævið. Hann sigur sjálvur, at hann ikki hevur sovið meira enn tríggjar tímar tær seinastu næturnat, og væntar hann heldur ikki at fáa nógv meira svøvn áðrenn fríggjakvøldið. Hetta sama er galdandi fyri nógv av hinum, ið hava hjálpt til við at gera Tórsvøll lidnan, og tað sigst, at hjápararbeiði við Tórsvøll er ein góður klænkiháttur. Poul Michelsen sigur sjálvur, at hann er lætnaður 7 kilo, nú arbeitt hevur verið av tí harðasta.