Manchester United spældi í gjár seinasta heimadystin í hesum kappingarárinum. Tað endaði við greiðum 3-0 sigri á Christian Eriksen og Brentford. Ralf Rangnick, venjari hjá Manchester United, gav fleiri spælarum møguleikan at siga takk, men ikki Jesse Lingard.
Nemjana Matic og Juan Mata byrjaðu báðir inni og væntast, at hava spælt sín seinasta dyst fyri felagið. Hartil komu Edinson Cavani og Phil Jones á vøllin móti dystarenda. Bretskir fjølmiðlar vænta eisini, at teir spæla sín seinasta heimadyst fyri Manchester United.
Ein, sum ikki kom á vøllin, var 29 ára gamli Jesse Lingard. Hann er uppvaksin í felagnum og var eitt skifti millum teirra, sum skuldi lyfta felagið á nýggjum, saman við eitt nú Marcus Rashford og Mason Greenwood.
Bretskir miðlar skriva í dag, at beiggi Jesse Lingard hevur lagt eftir Manchester United á sosialu miðlunum eftir dystin. Hann var ikki nøgdur við, at Jesse Lingard ikki fekk møguleikan, at siga farvæl eftir 20 ár í felagnum.
“20 ár av blóð, sveitta og tárum. Fýra steyp og trý finalumál, og ikki eingongd eitt farvæl. Ikki løgið, at tað verður Conference League”, skrivaði beiggi hansara í øðini á sosialu miðlunum aftaná dystin.
Hann legði víðari eftir leiðsluni í felagnum, sum hann sigur ikki dugur rangstøðu og ikki hevur stíl.
1 | Man City | 34 | 26 | 5 | 3 | 84:21 | 83 |
2 | Liverpool | 34 | 25 | 7 | 2 | 86:22 | 82 |
3 | Chelsea | 34 | 19 | 9 | 6 | 68:29 | 66 |
4 | Arsenal | 34 | 20 | 3 | 11 | 54:41 | 63 |
5 | Tottenham | 34 | 19 | 4 | 11 | 59:39 | 61 |
6 | Man Utd | 36 | 16 | 10 | 10 | 57:52 | 58 |
7 | West Ham | 35 | 15 | 7 | 13 | 53:46 | 52 |
8 | Wolves | 34 | 15 | 4 | 15 | 33:32 | 49 |
9 | Brighton | 35 | 10 | 14 | 11 | 34:42 | 44 |
10 | Newcastle | 35 | 11 | 10 | 14 | 40:56 | 43 |
11 | Leicester | 33 | 11 | 9 | 13 | 48:54 | 42 |
12 | Crystal Palace | 34 | 9 | 14 | 11 | 45:42 | 41 |
13 | Aston Villa | 33 | 12 | 4 | 17 | 44:46 | 40 |
14 | Brentford | 35 | 11 | 7 | 17 | 41:52 | 40 |
15 | Southampton | 35 | 9 | 13 | 13 | 41:58 | 40 |
16 | Burnley | 34 | 7 | 13 | 14 | 31:46 | 34 |
17 | Leeds | 34 | 8 | 10 | 16 | 38:72 | 34 |
18 | Everton | 33 | 9 | 5 | 19 | 35:55 | 32 |
19 | Watford | 34 | 6 | 4 | 24 | 32:69 | 22 |
20 | Norwich City | 34 | 5 | 6 | 23 | 22:71 | 21 |