Í august í fjør doyði amerikanski sjónleikarin Robin Willimas, og síðani hava hansara nærmastu stríðst um arvin eftir hann.
Susan Schneider, sum var triðja kona Robin Williams og gift við honum, tá ið hann doyði, er ósamd við tey trý børnini hjá Robin Williams, sum hann eigur frá øðrum hjúnarbondum, um hvussu arvurin skal býtast.
The Telegraph skrivar, at partarnir í næstum skulu hittast í rættinum fyri at avgera ósemjuna. Sambært blaðnum hevði Robin Williams eitt testamenti um býtið av hansara ognum, men tað er kona hansara, sum eftir øllum at døma, stríðist ímóti hesum.
Susan Schneider heldur, at hon hevur rætt at varðveita allar lutir í heiminum, sum hon og Robin Williams búðu í. Børnini halda, at tey hava rætt at fáa familjumyndir og aðrar lutir, sum hava serligan týdning fyri tey.