Iranska løgreglan skeyt ta 27 ára gomlu Neda Agha Soltan undir einari mótmælisgongu í Teheran. Nú hevur løgreglan rikið familju hennara á dyr Myndirnar av teirri doyggjandi kvinnuni fóru sum eldur um allan heimin og elvdu til hvøss mótmæli, men tey hava eftir øllum at døma ikki havt stórvegis ávirkan á iransku myndugleikarnar.
Bretska blaðið The Guardian skrivar, at iranska løgreglan hevur rikið familjuna hjá Neda úr íbúðini, sum tey búðu í, og grannarnir siga seg ikki vita, hvar tey eru.
Sambært blaðnum hevur familjan ikki fingið frið fyri løgregluni, síðani Neda bleiv skotin. Eftir persiskum siði hongdi familjan eitt tekin um sorg á íbúðarhúsini, sum tey búðu í, men løgreglan kom og skræddi tað niður, skrivar The Guardian.
Harumframt hevur løgreglan hildið eyga við, at fólk ikki sluppu inn til tey syrgjandi at vísa samkenslu, skrivar blaðið.










