Familjan: - Flóvin er ósekur

- Tað er íspinn, at Flóvin hevur játtað seg sekan í eitt nú at hava neyðtikið eina fýra ára gamla gentu. Tað sigur Tróndur S. Olsen, beiggi Flóvin S. Olsen, sum situr varðhaldsfongslaður í Hollandi í stórum pedofelimáli.

Tað var týskvøldið, at Dagur & Vika kundi avdúka, at ein føroyingur er fongslaður og skuldsettur í stórum pedofelimáli í Hollandi. Orsøkin var, at hann hevði millum annað framt ógvusliga neyðtøku móti barni undir fýra ár. (Lesið greinina á www.kringvarp.fo HER)

- Sakførarin hevur vissað okkum um, at vit hava einki at óttast. Løgreglan hevur kannað hann væl og gjølla, telda hansra er skralltóm, har er og hevur ikki verið nakar filmur av naknum børnum ella barnaporno yvirhøvur. Tað er einki prógv fyri, at hann hevur nortið nakað barn og als ikki neyðtikið eina smágentur, sigur Tróndur S. Olsen.

Einasta skuldsetingin, sum stendur eftir, er at hann skuldi havt boðað løgregluni frá, at hann visti um fólk, sum fingust við pedofeli.

Kanningararbeiðið verður ætlandi liðugt í desember. Tá fæst at vita, um Flóvin S. Olsen er sekur ella ikki.