Familjan bað um at síggja andlitið

Í einum higartil ókendum og krypteraðum boðum í desember í 2018 biðir Hagen-familjan ránararnar um at sleppa at síggja andlitið á Anne-Elisabeth Hagen.

 

 

Hesi boð, sum vórðu send seks vikur eftir, at ríkmanskonan var horvin, brutu annars við strongu uppsetingina av samskiftismøguleikum, sum ránararnir høvdu sett upp í nógv umrødda hóttanarbrævinum, sum lá eftir í heiminum. NRK visti í morgun at siga, at hugsandi ránararnir longu frammanundan høvdu sent hóttanir um, at Anne-Elisabeth Hagen fór at doyggja, um loysigjaldið á níggju miljónir evrur ikki varð goldið skjótt.

Norska kringvarpið hevur fingið atgongd til loggin, sum vísir samskifti millum partarnar, og samskiftið millum Hagen-familjuna og hugsandi mótpartin fór fram í hølunum hjá norsku kriminalløgregluni í november og desember í 2018.

Soleiðis, sum NRK fær upplýst, sendi mótparturin hesi boð: ”Ringa tíð. Skjótt ella hon er deyð”.

Samskifti fer fram við kodaðum boðum sent við flytingum í kryptovaluta. Neyvu vegleiðingarnar um, hvussu samskiftast skuldi, hevði Hagen-familjan fingið í hóttanarbrævinum og sambært brævinum, sum VG hevur almannakunngjørt í fullum innihaldi, hevði familjan bara seks setningar, sum tey kundu brúka í samskiftinum. Hvør setningur hevði sína serstøku bitcoin-upphædd.

Í tí samskifti, sum sambært hóttanarbrævinum var møguligt, kundi familjan ikki biða um lívsprógv, tí hetta var ikki partur av teirri uppseting, sum var sett upp í brævinum. Tískil noyddist Hagen-familjan eisini finna ein annan hátt fyri at kunna biðja um prógv fyri, at Anne-Elisabeth Hagen var á lívi. Í einari lítlari bitcoin-flyting var ein lítil tekstur sum kundi týðast.

Hin 14. desember í 2018 sæst í samskiftinum, at Hagen-familjan í einum kodaðum boðum biðir um eina mynd av saknaðu kvinnuni. Í boðunum stendur ”CEE FACE AE” goymt millum onnur tekn. Ein flyting varð gjørd, har teksturin ”dec0de” varð lagdur við. Í fráboðanini varð móttakarin biðin um at lesa eini kodaðu boð.

Ráðini hjá løgregluni til Hagen-familjuna vóru annars ikki at rinda loysigjald, uttan at hugsandi mótparturin fyrst hevði sent familjuni prógv um, at Anne-Elisabeth Hagen veruliga var á lívi.

Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, sum um hetta mundið var stuðulsadvokatur hjá Hagen-familjuni, vil ikki gera viðmerkingar til kodaðu boðini, sum familjan sendi hin 14. desember í 2018.

Málið um, at ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, var horvin, gjørdist ikki alment kent fyrr enn í januar í 2019 - ella einar 10 vikur eftir, at hon hvarv. Hesar 10 vikurnar kannaði norska løgreglan málið í loyndum - uttan at fáa samband við hugsandi ránararnar. 

Orsøkin til, at almenningurin einki fekk at vita tær fyrstu vikurnar, var, at mótparturin í brævinum hótti við at taka lívið av Anne-Elisabeth Hagen, um málið varð meldað til løgregluna - ella, um miðlarnir vórðu blandaðir upp í málið.

Eftir at løgreglan hevði havt tíðindafund og alment hevði boðað frá tí, sum var hent, megnaði løgreglan heldur ikki at fáa í lag samskifti við mótpartin. Á tíðindafundi heittu bæði Hagen-familjan um stuðulsadvokatin og løgreglan á tey, sum hugsandi høvdu rænt Anne-Elisabeth Hagen, um at senda prógv um, at ríkmanskonan var á lívi.

Í februar í fjør setti hugsandi mótparturin seg tó í samband við familjuna um ein nýggjan samskiftispall.

- Fær familjan lívsprógv, vil familjan arbeiða fyri at fáa Anne-Elisabeth Hagen trygt og væl heimaftur. Hetta er tað einasta, sum familjan hugsar um, segði táverandi stuðulsadvokaturin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden á tíðindafundi hin 11. februar í fjør.

Mótparturin hevur fleiri ferðir sett seg í samband við familjuna við krypteraðum boðum, men familjan hevur ongantíð fingið nakað prógv fyri, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi.

Í juni mánaði í 2019 - ella fyri einum ári síðan - boðaði norska løgreglan frá, at tey nú høvdu broytt sítt høvuðsástøði í málinum, og nýggja høvuðsástøðið er, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin. Høvuðsorsøkin til, at ástøðið er broytt, segði løgreglan vera, at hugsandi ránararnir ongantíð hava latið familjuni nakað prógv um, at ríkmanskonan er á lívi.

Tískil heldur løgreglan ikki, at talan kann vera um rán av einum menniskja við fíggjarligum endamáli.

Í apríl mánaði í ár handtók løgreglan so umsíðir mannin hjá Anne-Elisabeth Hagen, miljarderin, Tom Hagen og skuldsetti hann fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni. Løgreglan heldur, at málið, soleiðis sum gongdin hevur verið, er merkt av týðiligari og tilætlaðari villleiðing - í royndini at skava út yvir eitt dráp, sum helst er framt í heiminum hjá hjúnunum í Lørenskog.

Sambært upplýsingum, sum NRK hevur, er høvuðsástøðið hjá løgregluni, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin, tí trupulleikar vóru í hjúnalagnum millum hana og mannin.

70 ára gamli miljarderurin, Tom Hagen, sigur seg vera ósekan. Hann sigur seg ongan leiklut hava í, at kona hansara er horvin. Tey trý vaksnu børnini, sum hjúnini eiga, halda, at motivini hjá løgregluni í málinum eru púrasta óhugsandi, og tey eru sannførd um, at pápin ongan leiklut hevur í brotsgerðini, sum er framd móti mammuni.

Soleiðis, sum NRK skilir støðuna, er Tom Hagen framvegis vísur í, at kona hansara er rænd, og at málið hjá ránarunum er at skaða hann persónliga og fíggjarliga. So seint sum hin 29. mai í ár sendi hann sambært VG eini kodaði bitcoin-boð til hugsandi mótpartin, og boðini hjá miljarderinum merkja:

”Eg vátti, at eg vil gjalda”.

##med2##