Tá kirkjan í Kirkjubø skuldi umvælast miðskeiðis í 60-unum var ein svartur Ford Taunus 17 m burturlutaður, og tað sjaldsama hendi, at tað var ein familja í Mykinehólmi, sum vann bilin í 1966.
Tað vóru hjúnini Erika og Leon Heinesen, sum tá høvdu búðu í Mykineshólmi í tvey ár, sum vunnu bilin. Tey keyptu ein lutaseðil fyri tíggju krónur og vunnu bilin. Leon var vita-assistentur og bleiv um hesa tíðina settur sum vitameistari í Mykinehólmi. Bilurin kom sjálvsagt ongantíð út í hólman, men stóð í garaguni í húsum teirra í Sørvági. Tey koyrdu við bilinum, tá tey vóru í Sørvági.
Í 1970 flutti familjan til vitan í Akrabyrgi, har Leon varð settur sum vitameistari. Har fingu tey bilin til húsini og brúktu hann dagliga.










