Fyri eini løtu síðani varð boðað frá, at sýnið í Norðoyatunlinum brádliga varð versnað so nógv, at blásararnir. Tessvegna fóru blásararnir frá og bummarnir vórðu lagdir niður.
Hetta var leirvíkarmegin og avleiðingin var, at ferðslan varð tarnað. Men talan var um falskan alarm, tí løgreglan sigur, at tey hava koyrt ígjøgnum tunnilin, og har er einki óvanligt at síggja.
Sostatt eru bummarnir tiknir upp aftur og ferðslan gongur aftur sum hon skal, sigur løgreglan.