Tað kemur meira enn so fyri, at sløkkiliðið fær sjálvirkandi fráboðan um, at eldur kann vera í virkisbygningum og størri bygningum annars.
Tá slík boð koma, skulu tey sjálvsagt takast í álvara - eisini, um slík boð koma meira enn ta einu ferðina.
Í gjárkvøldið fekk sløkkiliðið eisini eina slíka fráboðan, og hesaferð snúði tað seg um nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum.
Men, tá komið varð á staðið, vísti tað seg tíbetur, at hetta var falskur alarmur, og at talan var um eitt tekniskt brek á skipanini.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein slík fráboðan kemur í samband við nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum.
Viðhefta mynd er tikin eitt annað kvøld herfyri, tá sløkkiliðsbilur hjá Tórshavnar Sløkkiliði eisini var á staðnum við H-bygningin.