Síðani danska Fallulah gav út fyrstu fløguna í 2010, »The Black Cat Neighbourhood«, hevur hon av álvara verið væl umtókt í Danmark. Tó hevur alt ikki gingið væl hjá Fallulah. Eftir fyrstu fløguna misti hon hugin til at gera sangir til ta næstu.
Tað var eitt langt tíðarskeið, har eg yvirhøvur ikki hevði hug til at skriva sangir, sigur Fallulah sjálv.
Tað vóru allar meiningarnar í tónleikavinnuni og onnur vanlig ting hjá sangarum, sum gjørdu, at Fallulah misti hugin.
Eg toli ikki serliga nógv av, tá ið fólk siga okkurt ringt um meg. Eg havi møtt nøkrum menniskjum, sum ikki dámdu tónleikin hjá mær. Hetta gjørdi, at eg fullkomiliga misti hugin.
Men nú hevur Fallulah lagt eina ætlan, soleiðis, at hon ikki endar í somu støðu aftur.
Eg skal bara vera rólig og geva mær alla tíðina, sum eg havi brúk fyri. Tað er týdningarmikið, at eg ikki skundi mær í nøkrum.
Fallulah spældi á G! Festivalinum í summar.
Skrivað hevur Neli Heldarskarð