Fallulah á G!

G! Festivalurin kunngerð í kvøld fýra nýggj nøvn á skránni. Tað kendasta av teimum er danskt-rumenska stjørnuskotið Fallulah, sum herfyri vann P3 Gull prísin og sum átti mest spælda lagið á danska P3 í 2010. Herheima liggur hon í løtuni á triðja sinni innan fyri eitt ár á 15 teimum bestu við lagnum ?Out Of It?, sum eisini er eyðkennislagið til sendirøðina ?Lykke?. Í juli í ár gongur leiðin til Føroya á G! Festivalin.

 

Festivalurin avdúkar samstundis, at íslendsku Skálmøld, føroysku Hamferð og Sement vinnararnir 2011, Guðrun & Bartal, leggjast afturat skránni, sum framanundan telur Blind Boys of Alabama, Meshuggah, Movits og The Tennesee Mafia Jug Band.

 

Tú kanst lesa meira um bólkarnar á www.gfestival.fo