TB
- Hetta var fryktiligt. Meira enn tað fái eg illa sagt.
Soleiðis sigur formaðurin í TB, Sofus Laðanberg, nú hann og hansara enn einaferð máttu ásanna, at elevator-tilveran hjá TB millum ovastu fótbóltsdeildirnar ikki er av enn.
Eitt stig var tað, sum restaði í upp til bjargingina, og formaðurin heldur eisini, at hetta kundi verið komið nógvastaðni.
- Tað verður jú so ofta tosað um marginalar, og teir hava vit so ikki havt í okkara parti í ár. Men heilt erligt, so haldi eg ikki, at vit høvdu hetta uppiborið í ár. Liðið var snøgt sagt ov gott til at flyta niður, og tú kanst eisini hyggja at úrslitunum. Har er tað bara HB, sum hevur vunnið allar dystirnar móti okkum, so tað ber ikki boð um nakað botnlið. Men niðrflytingin er so ein veruleiki, sum vit nú mugu fyrihalda okkum til, sigur formaðurin.
Víðari sigur hann, at hóast bitin er tungur at svølgja, so merkir hetta tó ikki, at TB stendur á gravarbakkanum.
- Vit løgdu nógv fyri í ár, men fíggjarliga merkir tað ikki, at felagið er í vanda. Og tað skal ikki valda nakar ivi um, at vit ætla okkum upp aftur sum skjótast. Mánakvøldið fara vit at hava fund við okkara egnu spælarar, og tað er mest sum greitt, at onkur av útlendsku spælarunum eisini er í pottinum til komandi árið.
Enn vil formaðurin ikki seta nøvn á, hvørjir av útlendsku spælarunum verða verandi. Men tað hevur tó ljóðað fleiri staðni, at stinni málverjin, Predrag Markovic, eisini verður á liðnum næsta kappingarár.