Vagnur Mohr Mortensen setti hol á hjá HB við frálíkum frísparksmáli. Hann fegnast um sigurin í einum dysti, sum eftir honum at døma, var javnur, og bara fall til teirra fyrimun.
Rasmus Nolsøe er vanligur frísparksskjútti hjá HB, men hann sat á beinkinum, tá ið Vagnur varð settur at skjóta.
- Tað finst neyvan nakar betri skjútti enn Rasmus, men eg má bara sláa til tá ið Rasmus situr á beinkinum, segði Vagnur hálvflennandi við Rás2 eftir dystin.
- Nú fara vit eftir 2. plássi og einum plássi í UEFA Cup, men tað er eisini umráðandi at enda frammanfyri B36, segði Vagnur at enda.
Hann boðaði í sama viðfangi frá, at komandi kappingarár spælir hann ikki við HB. Tá er hann farin í læru sum gólvleggjari í Danmark, har hann skal búgva saman við damu síni. Vagnur hevur áður leikt nakrar dystir fyri ÍF Føroyar.