Virðini á virðisbrævamarknaðunum í Asia og Avstralia eru fallin í morgun. Í Tokyo fullu partabrøvini 1,54 prosent, í Hongkong 2,08 prosent, í Sidney 1,50 prosent og í Seoul 1,90 prosent. Eygleiðarar siga, at íleggjararnir eru farnir at stúra fyri, at bankarnir og politikararnir ikki kunnu semjast um, hvussu búskapartrupulleikarnir í Grikkalandi skulu loysast.
Fallið í Asia og Avstralia kemur aftan á tilsvarandi fall í Evropa og USA í gjár. Samstundis er evran komin undir trýst. Í gjár kostaði ein evra 1,4188 dollara á marknaðinum í Tokyo. Í morgun kostaði hon 1,4035 dollara.









