Falkurin bar ikki alla veiðina

Tann eina útróðrardagin noyddust teir at seta boyu á, tí báturin rúmaði ikki øllum fiskinum.

Í dag hevur glastrevjabáturin Falkurin, sum Sjúrður Joensen á Skála eigur og rekur, 11.500 pund á 34 stampum. Slagið er smáttfallandi hýsa og góður toskur. Teir hava roynt norðan fyri, og tá teir løgdu at á Eiði um middagin í dag, tók Allan Poulsen viðheftu mynd.

 

Tað er stuttligt at vera útróðrarmaður í hesum døgum, nú nógvur fiskur er at fáa og eins og aðrir útróðrarmenn, hava ikki minst Sjúrður Joensen og hansara menn gjørt fleiri góðar túrar í heyst. Men, Sjúrður Joensen er fiskiklógv, og Falkurin hevur sjáldan verið sørur.

 

Tað er eisini í heyst, at Sjúrður Joensen og hansara menn hava gjørt sín besta útróðrardag yvirhøvur. Søgur hava gingið um, at teir tann eina dagin høvdu so nógvan fisk, at teir noyddust at seta boyu á endan á línuni og fara inn at landa, áðrenn teir drógu seinastu línurnar.

 

- Jú, hetta er rætt, sigur útróðrarmaðurin á Skála lítillátin. Hann vísir á, at talan er um ein túr, teir gjørdu norðan fyri um mánaðarskiftið oktober/ november. Hendan dagin høvdu vit so nógvan fisk, at eg gjørdi av at seta boyu á og fara inn at landa - og so út aftur at draga tað, ið eftir var.

 

Sjúrður Joensen sigur, at teir henda dagin lótu seks stampar standa eftir, tí fiskur og stampar snøgt sagt ikki rúmaðust í bátinum. Henda dagin settu teir 37 stampar, og tá øll línan varð drigin, høvdu teir sløk 19.000 pund, sum er ein óføra góður útróðrardagur - og hin besti hjá teimum nakrantíð.