Falkurin av Skála rokfiskar

Útróðrarbáturin Falkurin av Skála fekk mánadagin 11.000 pund á 30 línum. Henda túrin royndu teir eystanfyri, og 8.000 pund av veiðini var toskur.

Útróðrarbáturin Falkurin av Skála, sum Sjúrður Joensen eigur og rekur, gjørdi mánadagin ein rættiliga góðan túr á útróðri. Á myndini liggur bátur og landar á Toftum.

 

Sjómansmissiónin veit at siga, at Falkurin loysti klokkan 20 sunnukvøldið, og tá teir vóru aftur á Toftum, har fiskurin varð landaður, klokkan 10 mánamorgunin, høvdu teir fiskað 11.000 pund á einans 30 línum.

 

Umleið 8.000 pund av veiðini var toskur, og restin var hýsa. Sjúrður Joensen sigur, at teir henda túrin vóru eystan fyri, og fjórða hvørt agn var egnt við goggu.

 

In.fo kann leggja aftrat, at Falkurin telist millum bestu útróðrarbátar í Føroyum í sínum bólki, og í løtuni eru teir tveir mans, sum rógva út við bátinum.

 

Á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini liggja fleiri myndir av Falkinum og dugnaligu útróðrarmonnunum, sum manna bátin.