Landsstýri hevur latið gjørt ein faldara um sólarmyrkingina sum verður í Føroyum fríggjamorgunin 20. mars. Faldarin er borin í hvørt hús í landinum.
Endamálið við faldaranum er at kunna um sólarmyrkingina sum fyribrigdi, og geva borgarum vegleiðing í mun til vernd av eygum. Eisini vísir faldarin til leinkjur við almennari kunning og undirvísingartilfar.