Falcao til Manchester United

Fleiri enskir miðlar skriva nú, at Radamel Falcao er á veg í Manchester United upp á ein leigusáttmála.

Fleiri enskir miðlar skriva nú, at Radamel Falcao er á veg í Manchester United upp á ein leigusáttmála.

 

Eftir øllum at døma er bert eftir at Falcao skal gjøgnum eina læknakanning, umframt persónlig viðurskifti eisini skulu fáast upp á pláss.

 

- Manchester City valdi frá atverða við í kappingini um at fáa hendur á Falcao, tí rúm var ikki fyri honum í hópinum. Men eftir sjokerandi byrjanina upp á kappingina, sum bert hevur givið tvey stig og tvey mál, umframt eitt 0-4 tap móti League One MK Dons, hevur Louis van Gaal gjørt av at styrkja hópin. Sum flestu onnur lið hevur Manchester United fingið at vita um støðuna hjá Falcao seinastu 48 tímarnar, sigur Simon Stone frá BBC Sport