Radamel Falcao er millum fremstu framherjarnar í heiminum. Fyri hálvum ári síðani varð hann seldur til Monaco fyri áleið eina hálva milliard krónur frá Atletico Madrid. Í vikuni bleiv hann so illa skaddur í steypadysti, at hann skal undir skurð og verður ikki klárur til HM endaspælið.
Monaco spældi móti amatørliðnum Monts Or Azergues, tá verjuspælarin, Soner Ertek, taklaði kolumbisku superstjørnuna. Sum sjónbandabortið omanfyri greinina vísir, so verður Radamel Falcao taklaður soleiðis at knæið kemur í eina óhepna støðu.
Tað sær ikki so álvarsligt út, men Monaco hevur nú boðað frá, at skaðin er so álvarsamur, at Radamel Falcao skal undir skurð og verður ikki klárur aftur fyrr enn í fyrsta lagi um seks mánaðir.
Óansni verjuspælarin, Soner Ertek, er sambært óváttaðum keldum hjá bretskum miðlum, hóttur eftir lívinum. Fleiri hava mett Kolumbia sum eitt av teimum mest spennandi landsliðnum, ið verður við til HM endaspælið í Brasil í summar. Nú mugu teir klára seg uttan størstu stjørnuna á liðnum – Radamel Falcao.










