Faktuel søgufatan ella imagineran nationalromantikk kvilkin skulu vit velja?

Nú um dagarnar hevur verið mikil rumbul í bløðunum um, at tveir útisetar skulu hava havt ein ófantaligan ella ónærisligan penn og harvið eru teir komnir til at skaða tað annars fyri Føroyar so fyrimyndarliga reinu etisku og estetisku javnvágina í tí treytaleyst sannleikssøkjandi polemikkinum her á landi

Danskir útisetar
Høvdu hesir sjálvuppgjørdu útisetar av illum búð í Føroyum og ikki høvdu verið oyðilagdir av akademiskum tvætli í Danmark, so kundu vit kanska skilt teir, men at búgva í Danmark og halda seg vita, hvat ið sker í Føroyum, tað er ov langt úti. Faktuel søgufatan hevur ongan áhuga fyri okkum, sum búgva í Føroyum, tað kunnu tey eiga, sum búgva í Danmark. Her er tað hjartalagið og sjálvsstýrisandin sum vísir vegin. Tað er kanska onkur sum smílist við, tá vit tosa um føroyskan nationalromantikk, eitt 200 ára gamalt fyribrigdi og tí passé, men ikki í Føroyum.

Lívslygn
Ongin kann lesa seg til, hvat ið hendi í Føroyum fyrr, tí tú skalt uppliva tað. So kunnu teir kalla tað lívslygn ella hvat teir vilja. Tað er nógv betri at vera skeivt dømdur av einum føroyskum rætti enn rættvíst dømdur av einum donskum rætti. Tað sigur seg sjálvt. Danir og teir 20.000 føroyingar sum búgva í Danmark vita ikki ein skid um føroysk viðurskiftir, og tí er tað virkiliga irriterandi at tey blanda seg yvirhøvir.
Kanska er tað rætt, at hesir báðir óhøvisku útisetarnir kveikja associatiónirnar um nazistarnar og teirra ógerningar, men tað er teirra egna skyld, teir byrjaðu. Tá føroyingar berjast fyri frælsi er tað målet som helliger midlet. Er nakað hent i tí sambandi, ið ikki átti at hent, so er bara at gloyma tað skjótast gjørligt, og so ikki meira um tað. Her liggja hesir útisetar og róta runt í øllum og oyðileggja alt frælsisstríðið fyri okkum. Tað er ófatuligt at nakar blaðstjóri, sum er góður við Føroyar, loyvir teimum at skriva í blaðið.

Serføroyskt
Gott nokk skrivaði okkara mentamálaráðharri fyri nøkrum árum síðani í Sosialinum, at danski statsministarin var ein svínhundur – og havt so. Tað var ikki so illa meint, og tí mótmælti heldur ongin. Ella tá onkur av okkara rithøvundum oysir gall og gor yvir tað kapitalistisku skipanina og teirra leigusveinar, sum higartil hava føtt og gøtt okkum øll, so er tað tí, at henda skipan er leivd frá donskum hjálandaveldi, og hevur ikki betri forkent. Sjálvandi skal hetta ikki átalast, men heiðrast við M. A. Jacobsen ella tí ið betri er. Vit eru føroyingar!
Kanska áttu vit at viðtikið, at útisetar, sum hava verið burturi meira enn 10 ár, skulu ikki blanda seg í føroysku debattina. Nú 80-85% av øllum føroyingum hava reytt EU pass, eru vit bæði fræls og nokkso globaliseraði, og tí eiga vit sjálvi at kunna avgera hvørjar meiningar onnur skulu hava um okkum.
Lat bara útisetarnar hava teirra faktuellu søgufatan, bara vit sleppa at hava okkara imaginera nationalromantikk í frið og náðum.

P.S. At 80-85% av føroyingum síðani 1996 hava valt sær reytt (danskt) EU pass sum samleikaprógv kundi týtt upp á, at útsetarnir báðir kanska hava grein í sínum máli, tí tú kanst ikki lumpa alt fólkið alla tíðina.