Faktorin: Havnarmaður setti gongd á Klaksvíkina

Í gamla kirkjugarði Havn er ein rekkja við fimm eins gravsteinum. Her liggur Faktorin í Klaksvík Johan Christian Djurhuus, kona hansara Anna Elisabeth, sonurin Johannes, dóttirin Magdalena og abbasonurin Egil Henning. Hesi umboða ein stóran part av søguni hjá Klaksvík. Hetta er samstundis ein søga um vinnuligan dugnaskap og persónliga óeydnu. Tískil kemur hesin parturin og teir komandi tríggir partarnir at snúgva seg um hesa søgu

100. partur

 

Hetta er partur nummar 100 í hesi røðini ”Hendur ið Sleptu.” Hetta merkir, at røðin hevur umrøtt nógv fleiri enn 100 gravir og enn fleiri fólk, sum eru jarðað í teimum.

Tað hevur víst seg, at røð­in er sera væl umtókt mill­um fólk. Hon er við­kom­andi fyri nógv, sum so ella so hava samband við tey fólk, sum skrivað er um.

Her er talan um søguna um fólkið í Havn. Men nógv teirra hava bæði røtur og eftirkomarar kring landið og eisini uttanfyri landoddarnar.

Her er fólk úr øllum stætt­um, um tað kann sig­ast so. Her eru arbeiðs­kon­ur, fiskimenn, skiparar og lærarar fyri at taka dømi.

Framvegis er nógv tilfar eftir. Nú er setningurin settur at hava 150 greinir, og tað er eisini tilfar til hetta. Hvat so verður, fer tíðin at vísa.

Í flestu førum eru søgur­nar um fólkini, sum eru jarðað undir gravsteininum hjá viðkomandi. Men tá ið tað til dømis eru børn, kann søgan vera um teirra foreldur. Í øðrum førum teirra ektafelaga ella eftirkomarar

Ein slík røð hevði ikki latið seg gjørt um ikki fólk vóru so beinasom at lata tilfar, sum tey eiga. Beina­semið hevur verið uttan av­­markingar. Tað skulu allar keldurnar hava tøkk fyri.

Tað eru eisini nógv sum spyrja, um ætlanin ikki er at geva hetta út í bók. Tað kundi kanska verið eitt gott hugskot.

 

Jomfru Djurhuus

Ein kelda til fleiri av frá­sagnunum er ævisøgan hjá Caroline Heinesen, mammu William.

Ein av hennara frásøgn­um er henda, sum er um systir Faktorin:

 

Der var iblandt mine for­ældres bekendte en ældre dame, som var faster til apotekeren af samme navn. Hun kom altid hjem til os og spiste ofte til aften hos os. Hun var lille og fyldig med kuglerundt ansigt, liv­lig og holdt meget af at høre nyt. Hun boede på Kirkevej, hvor nu Poul Jo­­hannesen (arbeiddi á Apo­tekinum) bor, men det var dengang et lille lavt hus.

Hun bad altid om aflægg­ere, men som oftest tog hun dem. Hun havde aldrig tid til at vente til de fæst­ede rod og rykkede dem op hver dag. Man så ofte hend­es hænder i vinduet i færd med at prøve, om planterne stod faste.

Engang havde hun i et selskab puttet en mængde aflæggere i lommen, og det havde hendes nevø set. Han bad hende så om at låne hendes lommetør­klæde. Hun havde jo glemt, hvad hun havde i lommerne og sammen med lommetørklædet faldt så alle aflæggerne ud, og der blev stor munterhed. Men hun undskyldte sig med, at de voksede bedre, når man stjal dem. Hun havde fødselsdag sammen med mig, d. 6. januar, så mor blev altid bedt dagen efter, og så var jeg med. Vi fik altid opvarmet chokolade, men kaffen ville mor ikke så gerne drikke, da jomfru Djurhuus lavede kaffe­pos­en af sine strømpefødder og vaskede dem så dårligt. Engang til hendes fødsels­dag kom apotekeren (bróð­ursonurin Johannes) forbi og hendes vindue stod åbent, så tog han en af hendes fineste urtepotter og gik den anden vej og forærede hende den. ”Åh,” sagde hun, ”det er akkurat mage til en, jeg har i vind­uet," og skulle vise ham den, men så opdagede hun det. Men hun var så god­modig og var aldrig vred på sine tre unge broder­sønner. Apotekeren var den ældste af de tre, så kom Andreas og så doctor Djur­huus i Klaksvig, de var så ovenud livlige. Hun kaldte dem Johs, Dres og Luff. Engang skulle hun til Klaksvig og besøge sin broder (Faktorin) og bad så nogen om at tage imod hendes nøgler og tage vare på huset, mens hun var borte. Så snart hun var taget afsted, åbnede de huset for et ungt selskab, og så holdt de bal og tog hendes tøj og pyntede sig med. Det blev en munter aften, men alt var i orden, inden hun kom hjem, så hun fik intet at vide.

Hun døde meget pludse­lig. Da folk kom ind en morg­en, lå hun død på gulvet.

 

Sum ikki eina ferð hevur Viggo Christiansen funnið fram til, at ”jomfrúin” var Julianna Cathrina Djur­huus. Hon var fødd 6.1. 1821, doypt 19.1. sama ár og varð konfirmerað 16.4.1835 í Havnar kirkju. Mamman kallaðist Malena Michalsdatter og pápin Johannes Vang Olavius Djurhuus. Julianna búði hjá foreldrunum fram til 1850. Hon var hjá mamm­uni fram til 1860. Síðan hevur hon verið einsamøll. Hon doyði 11. desember 1892, og varð jarðað í gamla kirkjugarði tríggjar dagar seinni.

 

Faktorin

Henda frásøgnin er so um beiggja hennara Faktorin. Keldan til hana er J. Símun Hansen í ”Havið og Vit.”

 

Millum teir fríhandils­menn, sum stigu fram beint eftir, at monopolhandilin var avtikin er J.C. Djur­huus, vanliga kallaður Faktorin, tann best kendi í Norðoyggjum og millum teir mætastu í Føroyum. Í dag hevði hann væl verið kallaður stjóri.

Hann var føddur 18. apríl 1834 og varð doyptur í Havnar kirkju 19. mai.

Faktorin var bóndasonur á Húsagarði í Havn, kom ungur á embætisskriv­stov­ur­nar har, fór síðan til Dan­markar og fekk pláss á eini handilsskrivstovu í Ribe. Um hetta mundi var aftur talan um at avtaka mono­polhandilin í Føroy­um, og hesin ungi maðurin hevði ætlað sær at nýta handil­skunnleika sín í handilins tænastu. Tað fekk hann eisini høvi til. Tann gamli faktorin i Klaksvíkini, Jo­­han Mortensen, hevði sagt upp, og Jørgen Bech, sum nýliga hevði keypt henda handil sóknaðist eftir einum manni, sum kundi skipa fyri handlin­um. Sjálvur búði Jørgen Bech í Keypmannahavn. J. C. Djurhuus fekk starvið og tekur við tann 1. juli 1858.

 

Skuldi skapa nýggjar vinnumøguleikar

Tað var ein í allar mátar væl útborin og búgvin 24 ára gamal maður, sum nú sat á tí gomlu einahandils­borgini og skuldi praktisera teir nýggju fríhandilstankar í Føroyum. Hann var væl lærdur, átti eitt náttúrligt blídni og vinsemi, sum gjørdi sítt til, at hann skjótt kom at vera væl umtóktur av teimum mongu norðing­um og eystringum við, sum eisini av gomlum vana leitaði aftur til sama hand­il, sum teir vóru vanir at fara til.

Men fríhandilsins fyrsta og størsta uppgáva var at skapa nýggjar vinnumøgu­leikar, og her var tað havs­ins ríkidømi, sum skuldi troytast. Nýggj veiðuam­boð skuldu útvegast, so støði kundi leggjast undir tann komandi peningabú­skap, ið skuldi avloysa ta aldargomlu bóndatíðina og naturalbúskapin. Árabátur­in hoyrdi heima í hesi tíðini, men tann nýggja kravdi onnur før.

Longu í 1864 byrjar Faktorin skipsfiskiskap við einum skipi, eini sokallað­ari jakt, sum handilin hevði at sigla ímillum við. Árið eftir er tað, at Norderø Fiskeriselskab verður stovnað, og her er Faktorin ein høvuðsmaðurin og sat í felagsins stjórn alla tíðina. Skipið var Caprice, sum endar í Onglandi nøkur ár seinri.

Faktorin fær sær annað skip, eina skonnart, og nú byrjar skipsfiskiskapurin av álvara í Norðoyggjum. Trý ár seinni keypir hann saman við handilsfelaga sínum Clæmint Høgnesen i Oyndarfirði, luggaran Biku­ben, og í 1874 hevur hann trý skip á saltfiskaveiðu. Faktor Djurhuus, sum væl kann kallast faðir skips­fiskiskapsins í Norðoyggj­um, kundi eisini gleða seg um eitt gott úrslit av hesum nýggja veiðuhátti, í hvussu er tey fyrstu árini.

Fyrst i 80-unum komu so óhappini, prísfall, skipa­miss­ir og annað hvørt í hølinum á øðrum, og skips­fiskiskapurin dettur nú niðurfyri í nøkur ár. Tollur­in, sum í Spania varð lagdur á klippfisk, gjørdi hesa vinnu ólønandi í eina tíð. Faktorin var ein av teimum, ið gjøgnum tingið royndi at fáa henda mein­boga av vegnum.

Men hann settist ikki hendur í favn. Hann tekur upp heilt nýggjan søluhátt, nevniliga ísfiskasølu til Onglands og Danmarkar, sum júst í hesum tíðum tekur seg upp av álvara. Aftur gjørdist árabáturin stuðulin undir útflutningin­um, men sølan kom ikki at vera tann, sum menn høvdu roknað við. Hon helt tó á í mong ár, so ísfiskasølan í Klaksvík kann førast aftur til 1884.

 

Bygdi íshús og agngoymslu

Tað var eisini Faktorin, sum lat byggja fyrsta íshús og agngoymslu í Klaksvík og harvið loysir agnspurn­ingin. Lýsismeltarí kemur í 1870 og havkallaveiða verður rikin í nøkur ár.

Tíðarskeiðið 1885-95 var ein merkiliga deyð tíð vinnuliga sæð. Síðst í 90-unum hoyra vit aftur nýtt frá Faktorinum. Hann ger nú royndir við snurriváð og maskindrivnum línubáti, men hvørki eydnast. Um aldarskiftið gjørdist hann partaeigari í sluppini Við­oy. Men tað var hann sjálv­ur og ikki handilin, og tá motorbátarnir komu, letur hann tann fyrsta byggja í 1905. Tað var "Poul Nolsøe Biskopstøð”.

Tað kann tykjast løgið, at Faktorin, sum í sínum yngru árum var so hugaður fyri at fáa skipsfiskiskapin í gongd, nú tá henda veiða fer at vinda uppá seg, mest sum smokkar burtur úr, og onga slupp keypir í tíðar­skeiðnum 1882-1908, sum annars er eyðkent av eini stórari øking í skipa­talin­um – eini 80 skip. Ein bítur tó merki í, at meðan Faktorin sjálvur keypir part í skipi, heldur handilin seg uttanfyri. Tað kundi bent á, at eigaramenninir ikki vóru hugaðir fyri skipsveiðuni, men tað kunnu væl vera aðrar grundir.

 

Byrjar sparikassavirksemi

Um handilsins vøkstur hesu árini skal bert verða sagt, at í 1859 var umsetn­ingurin 159 tús kr, og í 1875 var hann 575 tús. Tá Faktorin kom, var bert ein útihandil. Í 1890 vóru teir einir 15 í tali. Sum fyri­støðumaður fyri øllum hesum handlum, frá Norð­depil til Eiðis, úr Havn og út á Strendur, kom Faktorin at vera tann maður, ið meira enn nakar annar hevur leitt tað búskaparliga lívið í Norðoyggjum og Eysturoy hesi 50 árini.

Vit teirri fíggjarligu framgongdini, sum stóðst av fiskivinnuni, teim góðu fiskiárunum og tí økta arbeiði á landi, kyknaði upp spurningurin um nýtslu av avlopspening­inum. Í 1876 fer Faktorin at taka ímóti peningi, sum innsettur verður á konto, og sum renta verður latin av, eitt slag av sparikassa­virksemi, sum í fyrstu syftu gav handlinum fyri­munir, men sum eisini virkaði sum eitt haft á in­­flatiónini í hesi peninga­ríku tíðini.

 

Fekk lækna og kirkju til Klaksvíkar

Og fara vit til endans út um handilsdyrnar, síggjast spor eftir Faktorin alla staðni í teim kirkjuligu, sosialu og mentunarligu framtøkum, sum gjørd verða í hansara tíð, og tað ikki bert sum ein áhugaður íspinnari, men sum hin áhaldin gávumildi maður­in, ið stundum sjálvur, stundum saman við Jørgen Bech ella eftirmonnum hansara, leggur peningaliga støðið undir læknahúsini, ið gjørdi tað møguligt at fáa lækna til Norðoyar so tíðliga sum í 1872, og skúlan við lærarahúsum og bókasavni fýra ár seinni.

Eisini kirkjuni, sum bygd varð í 1866, var Faktorurin áhugaður fyri og skal hann hava æruna fyri, at hon var gjørd so høg og stór, at hon hóast fólkatalið var 12-faldað, kortini var nóg stór eini 60 ár seinni.

Hann var ein av høvuðs­monnunum fyri at fáa bygt tað fyrsta sjúkrahúsið í 1896. Tá háskúlin var gjørdur í Føgrulíð, svimji­hylur úti í Grøv og mangt annað heittu menn ikki til ónyttu á hin aldrandi handils­høvdingin úti í Klaksvíkini, Norðoya mest kenda og best umtókta mann í 50 ár.

 

Blíðskapur so tað munaði

Sum vera man hevði Faktorin nógv almenn størv um hendur. Til dømis kann nevnast, at hann í nógv ár sat í kommununi og á løg­tingi frá 1885-96. Tann kunn­leiki, hann hevði vunn­ið sær í embætisskriv­stovun­um í Havn kom hon­um til góðar seinni og gjørdi, at ofta varð heitt á hann, tá skrivast skuldi. Álitismaður var og hartil vinsælur. Gesta­blídni hans­ara – og konu hansara við – var tiltikið víða um tá á døgum og nógv ár seinni. Tvær ferðir um árið, føð­ingardag sín 10 apríl og hjá konuni, nýggjarsaftan, høvdu tey opið hús. Har kom at kalla øll bygdin saman, bæði høgur og lágur.

Har heima høvdu hann og konan Anna Elisabeth ikki bert havt góðar dagar. Nógv børn mistu tey á ungum aldri. Anna Elisa­beth var dóttir Onnu Thomas­dóttir og Jacob Thomassen Kjelnæs. Tey eiga ongar eftirkomarar “innangarðs”. Tó segðist ein sonur at hava átt eitt barn, haðani tað er ætt.

Tað var ein gamal hart royndur maður, sum legði frá sær í 1908 aftaná at hava stýrt handlinum í 50 ár. Tá flutti hann aftur til Havnar til sonin Jóhannes Djurhuus, apotekara, har hann doyr 17. juni 1918, 84 ára gamal.

 

 

Næstu ferð

Komandi partur verður um son Faktorin, tann væl umtókta doktor Sofus, sum doyði so óeydnisliga