Fyri at byrgja fyri krabbameini í húðini hava læknar og krabbameinsfelagið í Danmark og Føroyum mælt til at brúka sólkrem við faktor 15. Men tað er alt ov lítið, sigur danskur yvirlækni í húðsjúku Tað er als ikki nóg mikið at brúka sólkrem við faktor 15.
Tað staðfestir kendi, danski húðlæknin, Kaare Weismann.
Hann er leiðari á húðklinikkini í Hørsholm og herfyri rópti hann varskó í donskum miðlum.
Í seinastu hava sannar herferðir herjað landið við ávaringum um at sóla sær, tí geislingarnar frá sólum økja munandi um vandan fyri at fáa húðkrabba.
Fyri at vera seg, hava læknar og feløgini ímóti krabbameini mælt til at brúka sólkrem við faktor 15.
Men tað forslær ikki, staðfestir danski yvirlæknin í húðsjúkum.
Hann heldur, at sólkrem gevur eina falska trygd, tí tað fær bara fólk at liggja longri í sólini.
Hann staðfestir, at sólkrem hjálpir bara, tá ið tað verður brúkt í rættari mongd.
Vanliga brúka fólk bara helvtina av teirri mongdini, tey eiga at brúka, og so verjir sólkremið tilsvarandi minni.
Fyri at smyrja seg nóg væl í sólkrem, skulu eini 40 ml til, tað svarar til upp í ein fullan lógva.
Tí mælir danski yvirlæknin til at brúka sólkrem við faktor 50 ella meiri. Men samstundis staðfestir hann, at tað er neyðugt at brúka tær røttu mongdina.
Og hóast fólk brúka faktor 50, mælir hann frá at sóla sær, tí tað er so vandamikið.
Ætlanin við sólkremi er at verja húðina, sum ikki er vard av klæðum og tað eru framvegis óráð at sóla sær, sama hvussu nógv ella hvussu sterkt sólkrem, fólk brúka.
Tað verður sagt so mangt um sólkrem. Eitt er, at ein kann falda faktorin við 10, so fæst at vita, hvussu nógvar minuttir ein kann sóla sær.
Tvs, at við faktor 12 kann ein sóla sær í 120 minuttir, ella í tveir tímar, uttan at skálda seg
- Hetta er als ikki rætt, sigur Kaare Weismann.
Hann sigur, at faktortalið sigur eitt sindur um, hvussu leingi, ein tolir at liggja í sólin, uttan at skálda seg.
Men tað er so ógvuliga ymiskt, hvussu nógv fólk tola og ongin veit frammanundan, hvussu nógv, tey tola. Tað veldst eisini um árstíðina og um nær á degnum, tað er.