Hjáveiða
Við til at fíggja verkætlanina rist í svartkjaftatroli eru skipini Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Jupiter, Christian í Grótinum, Norðborg, Krúnborg, Høgaberg og Næraberg, sum øll hava latið 30.000 krónur í part.
Haraftrat kemur P/F Vónin, sum hevur latið 54.000 krónur, umframt Fiskimálaráðið, sum av kontoini til "varðveiting av fjølbroyttum flota", hevur latið 250.000 krónur.
Samlaða krónutalið, sum latið er til hesa verkætlan, er soleiðis ein góð hálv miljón ella kr. 544.000.









