FAKTA um Símun

Símun Samuelsen er 24 ára gamal og ættaður úr Vági. Áðrenn hann fór til Íslands at spæla fyri Keflavík í 2005, har hann hevur sáttmála komandi kappingarárið út, spældi hann við VB. Símun hevur spælt 73 landskappingardystir fyri Keflavík og telist javnan millum málskjúttarnar. Í landskappingini hevur hann skotið 18 mál, í steypakappingini fýra mál í 11 dystum, umframt tvey mál í 10 europeiskum dystum. Fyri Føroyar hevur Símun spælt 27 A-landsdystir og skotið eitt mál.