Fakta um R. M. S. Titanic

1. R.M.S. stendur fyri Royal Mail Steamer (Kongaligt Post Dampskip)

2. Titanic var annar av trimum superdamparum í somu stødd, sum White Star Line bygdi fyri at kappast um ferðafólkaflutningin um Atlantshavið.


3. Titanic var 265 metrar long, longri enn tann hægsti skýskravarin í New york tá.


4. Bara skrúvan var, við sínum gott og væl 101 tonsum, tyngri enn Santa Maria hjá Christopher Columbus.


5. Tað vóru umleið 50.000 kg av køti umborð á Titanic.


6. Tað vóru bara bjargingarbátar til helvtina av ferðafólkunum.


7. Á jomfrúferðini vóru við 2.223 ferðafólk.


8. Toppferðin hjá Titanic var 23 knob


9. Prísurin fyri dýrasta ferðaseðilin á 1. klassa var $3.100, svarandi til $124.000 (millum 700.000 og 800.000 krónur) á okkara døgum, meðan ein ferðaseðil á 3. klassa kostaði $32 í 1912 ella $1.300 í dag


10. Titanic kostaði umleiði $7,5 milliónir at byggja í 1912.


11. Stutt eftir at Titanic fór av bakkastokki tann 10. apríl 1912, rendi hon saman við damparanum New York á veg úr havnini. Tað vakti ótta millum ferðafólkið um trygdina umborð á risastóru skipunum, og tað var kanska ein ávaring um lagnu skipsins.


12. Lounge?in á 1. klassa var bygd við Versailles-slottinum sum fyrimynd.


13. Titanic fekk ótalligar ávaringar frá øðrum skipum um, at ísfjøll vóru í umráðnum.


14. Titanic hevði 16 vatntøtt rúm fyri at minka um vandan fyri at søkka. Ísfjallið reiv 5 av teimum 16 rúmunum upp - nóg mikið til at hála damparan nður í kalda dýpið.


15. Konur og børn á 1. og 2. klassa vórðu fyrst beind í bjargingarbátarnar.


16. Tann fyrsti bjargingarbáturin, sum varð loraður niður, rúmaði 65 persónum, men hevði bert 28 við.


17. Meðan Titanic sakk, spældi orkestrið uppi á dekkinum í eini roynd at minka um órógvið á ferðafólkinum.


18. Manningin blokeraði uppgongunum frá 3. klassa fyri at tarna monnum í at sleppa á dekkið.


19. Av bjargingarbátunum, ið vórðu sjósettir, áðrenn Titanic sakk, kom bert ein aftur fyri at fáa fleiri fólk upp, hóast teir flestu av bjargingarbátunum als ikki vórðu fyltir.


20. Titanic støkk um miðjuna, áðrenn hon hvarv í Atlantshavið.


21. Sjálvt meðan skipið var í ferð við at søkka, noktaðu fleiri av ferðafólkunum framvegis fyri, at superdamparin kundi søkka.


22. Aftan á at Titanic hevði rakt ísfjallið, fóru fólk út á dekkið og spældu við ísklimpar.


23. At byrja við hættaðu ferðafólkini á 1. klassa sær ikki út á dekkið og hildu, at evakueringin var óneyðug.


24. Eitt undrunnarsamt skip varð sæð stutt frá Titanic, men svaraði ongantíð neyðarkallinum og hvarv í náttini, meðan superdamparin var á veg niður í ísakalda Atlantshavið.


25. Oceandamparin Carpathia svaraði neyðarkallinum frá Titanic og næaddi fram, næstan tveir tímar aftan á, at Titanic varð sokkin.


26. 60% - ella 199 av ferðafólkunum á 1, klassa várðu bjargað, meðan bert 25% - ella 174 - av ferðafólkunum á 3. klassa bjargaðust. Bert 32% av øllum ferðafólkunum og manningini um borð á Titanic komu undan við lívinum.